ABC Widgets

Mándagur 23. august 2010

Seinasta møti á Brekku

Í annaðkvøld – týsdagin 24. august 2010 – kl. 20 hevur Lívdin seinasta møtið í hølunum á Brekku. Tað hevði verið gott, um nógv fólk kemur til hetta seinasta møtið á Brekku.

Leita verður eftir øðrum egnaðum hølum til leigu ella møguliga at keypa.

Jóna komin fram

Hósdagin í síðstu viku kom Jóna fram til Santiago, Chile eftir at hava ferðast í uml. 60 tímar. Sambært Jónu sjálvari, so gekk ferðin " ... sum fótur í hosu, so sjálvt um 60 tímar kanska ljóðar ógvusligt gekk tíðin ordiliga skjótt og eg fekk sæð eitt sindur av Toronto, Canada og fekk snakkað við nøkur áhugaverd fólk."

 

Jóna skrivar víðari:

"Í dag havi eg so verið á barnaheiminum, og eri eg næstan akkurát komin heim har frá. Tað var ótrúðliga deiligt at síggja øll børnini aftur. Eg fór einsamøll og hevði ikki tíð at fyrireika nakað serligt, so eg fór bara við nøkrum spølum, so sum Uno, so alt var 'stille og roligt' í dag, men so var eisini møguleiki fyri at fáa onkrar djúpri samtalur við nøkrum av børnunum.

Eg var saman við bæði gentunum og dreingjunum í dag, sjálvt um eg vanliga eri meira við dreingjunum, tí tann sum kemur at arbeiða við gentunum kemur um uml. 2-3 vikur, so inntil tá eri saman við báðum.

Men tað var óbeskriviliga fantastiskt at vera saman við børnunum aftu,r og eg kundi ikki fingið ein betri ella heitari vælkomst enn tann, eg fekk frá teimum. Í morgin fari eg saman við tveimum øðrum at mála nøkur rúm í einum øðrum barnaheimi, sum vit eisini arbeiða í."

Latið okkum minnast at biða fyri Jónu.

Heilsan frá Shino og Halli

Í vikuni fingu vit í Lívdini eina heilsan frá Shino og Halli Mortensen, sum eru ávegis til Nigeria. Tey skriva m.a.:

"Síðani vit fóru úr Føroyum, hava vit verið í Belfast, Norðurírlandi, og í Japan. Í Belfast luttóku vit á einum fyrireikingarskeiði hjá Mission Africa í fýra dagar. Har fingu vit undirvísing um nigerianskan politikk, mentan og trúarlandslag. Eisini høvdu vit ein heilan dag um trygd, tí sjálvt um nigerianarar eru eitt vinarligt fólkaslag, so er eisini neyðugt at vera ansin.

Vit hava nú verið í Japan í sjey vikur. Tað hevur verið gott at verið saman við familjuni og samkomuni her, áðrenn vit fara til Nigeria. Her er vanliga millum 30 og 37 stig, so tað er góð venjing til Afrika, hóast vit viðhvørt snýta og nýta air condition. Tann 4. september verður eitt serligt møti her, har vit hava møguleika at greiða meiri frá verkinum, sum ætlanin er, at vit skulu vera partur av í Ankpa. Vónandi fer tað at ganga væl."

Les alt brævið her (PDF-filur).

Barnamøti og familumøti

Leygardagin 11. september kl. 17-18 skipar Lívdin fyri einum barnamøti í Skúlanum við Løgmannabreyt, og á Hoyvíksmøtinum sunnudagin 12. september kl. 12 verður verður hildið á við einum familjumøti. Evnið fyri barnamøtið og familjumøtið verður "Gud ger ikki mannamun".

Meira verður at frætta um barnamøtið og familjumøtið seinni

Hevur tú okkurt til Kunningarritið, kanst tú maila hetta til tidindi@livdin.fo

 

 

 
Footer