Hvussu eg kann leiða ein persón til Harran?


1. Gud skapti meg, fyri at Hann kundi ELSKA meg.


“Úr fjarløgu hevur HARRIN opinberað Seg fyri mær: »Ja, við ævigum kærleika havi Eg elskað teg; tí havi Eg drigið teg við náði.” (Jer. 31:3).

“Eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni! Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns.” (Ef. 1:4-5).



2. Vit vórðu skapt at hava PERSÓNLIGT SAMFELAG við Gud og at liva í SAMLJÓÐI (harmoni) við alt skapanarverk Guds! Hetta ger okkum serstøk!

“So skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey. Og Gud signaði tey. Gud segði við tey: „Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!“ (1. Mós. 1:27-28).

“Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.” (1. Tim. 6:17)

“Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð.” (Jóh. 10:10)



3. Um vit kenna Gud, elska Hann og liva í vilja Hansara, so fáa vit ómetaligar og óteljandi signingar í lívi okkara.

Rein samvitska
Róm. 8:1
Lív & Friður
Róm. 8:6 
Hjálp í veikleika
Róm. 8:26
Endamál
Róm. 8:28
Mót
Róm. 8:31
Trygd
Róm. 8:39
Styrki & myndugleiki
Fil. 4:13
Gleði
Fil. 4:19
Frælsi
Jóh. 8:32, 36

 

Tað er slíkt lív, ið Gud vil hava okkum at liva. Men hví eru menniskju kortini so ólukkulig?



I.   Hvat er trupulleikin?

 

Menniskjan ynskir náttúrliga at RÁÐA og at havna meginreglur Guds fyri lívið.


BÍBLIAN KALLAR HENDAN HUGBURÐ SYND.

“Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.” (Es. 53:6)

“Siga vit, at vit hava ikki synd, so dára vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.” (1. Jóh. 1:8)



Synd hevur brotið inniliga samfelag okkara við Gud. Synd ger, at vit liva í ótta fyri Gudi og royna at liva uttan fyri vilja Hansara.

“Nei, tað eru misbrot tykkara, ið hava gjørt skilnað millum tykkum og Gud tykkara, og syndir tykkara fjala andlit Hansara fyri tykkum, so Hann hoyrir ikki” (Es. 59:2)

“Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds” (Róm. 3:23)



Táið samfelag okkara við Gud ikki er rætt, koma alskyns TRUPULLEIKAR inn í lív okkara – hjúnaband, arbeiði, vinabond, fíggjarviðurskifti og annað.


TÁ FÓLK HAVA TRUPULLEIKAR, ROYNA TEY OFTA Á YMISKAN HÁTT AT VINNA Á TEIMUM, ÁÐRENN TEY VENDA SÆR TIL GUD EFTIR HJÁLP.

“Mong leið tykist manninum røtt – og so er endi hennara kortini leiðir deyðans!” (Orð. 16:25)


Sjálvt táið vit vita, at einasta hjálp okkara er Gud, royna vit aðrar vegir at toknast Gudi – sjálvt um teir eru skeivir:

”Mamma mín var trúgvandi, so…”
”Sama ger, hvørjum tú trýrt, ver bert heilhjartaður.”
”Eg skal gevast við øllum mínum ringu vanum.”
”Eg skal strevast fyri at toknast Gudi.”
”Eg skal verða religiøsur og ganga á møti ella í kirkju.”



II.   HVAT ER LOYSNIN?
 

“Jesus svaraði honum: »Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær” (Jóh. 14:6).

Gud kom sjálvur til jarðar og gjørdist menniskjum líkur fyri at vinna okkum aftur til Sín sjálvs. Um annar útvegur hevði verið, so hevði ikki verið neyðugt hjá Jesusi at komið. Men Vegurin er ein Persónur.


JESUS HEVUR LONGU TIKIÐ SÆR AV SYNDATRUPULLEIKUM TÍNUM!

“Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara” (Róm. 6:23)


Gud gjørdi hetta fyri okkum, tí Hann elskar okkum og vil, at vit koma at kenna Hann.

“Men Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar” (Róm. 5:8)

“Tí ein Gud er og ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskjað Kristus Jesus, sum gav Seg sjálvan til loysigjald fyri øll, til vitnisburð á tíð Síni” (1. Tim. 2:5-6)


Gud hevur longu gjørt tað, sum er neyðugt fyri at endurnýggja slitnaða samfelag okkara við seg sjálvan. Nú bíðar Hann bert eftir okkara responsi ella aftursvari, at vit, hvør einstakur, tekur ímóti tí, sum Hann hevur gjørt fyri okkum.



III.   HVAT VIL GUD HAVA OKKUM AT GERA?

1. JÁTTA, at Gud hevur ikki havt fyrsta pláss í lívi tínum, og bið Hann um at fyrigeva syndir tínar.

“Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi” (1 Jóh. 1:9)


2. TRÚGV, at Jesus doyði fyri at gjalda syndaskuld tína, at Hann reis upp frá hinum deyðu og livir í dag.

“Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur” (Róm. 10:9)

“Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við” (Áp. 4:12)



3. TAK ÍMÓTI fríu frelsu Guds. Royn ikki at útvega hana sjálvur.

“Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær” (Ef. 2:8-9).

Samfelag okkara við Gud verður ikki endurnýggjað av nøkrum, sum vit royna at gera, men eina grunda á tað, sum Jesus longu hevur gjørt fyri okkum.


4. BJÓÐA Jesusi Kristusi at koma inn í lív títt at gerast Harri (leiðari) í lívi tínum.

“Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara; tey eru fødd, ikki av blóði, heldur ikki av holds vilja, heldur ikki av mans vilja, men av Gudi” (Jóh. 1:12-13).

“Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær” (Op. 3:20).



TÚ KANST TAKA HESI STIG VIÐ AT BIÐJA HESA EINFALDU BØN OG YVIRGEVA LÍV TÍTT TIL GUD:

Kæri Jesus, takk fyri, at Tú hevur skapt meg, og at Tú hevur elskað meg, sjálvt tá eg havi koyrt Teg frá mær og gingið mínar egnu leiðir. Eg veit, at mær tørvar Teg í lívi mínum, og tí angri eg syndir mínar og biði um, at Tú fyrigevur mær syndir mínar. Hjálp mær at skilja hetta alt meir og meir, so at eg frá nú av kann av fullum huga fylgja Tær. Kom inn í lív mítt og gev mær nýtt lív. Eg ynski at taka ímóti frelsugávuni, sum Tú bjóðar. Takk, Harri Jesus, at Tú doyði fyri meg á krossinum, og at Tú reis upp aftur frá hinum deyðu. Hjálp mær nú at liva alt lív mítt fyri Teg sum sannur trúgvandi.


“Tí »hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur«”
(Róm. 10:13)